NAFF
Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, eigur 35 fót stóra útróðrarbátin Tvíburðar.
Hann kom aftur av snelluveiði um 04-tíðina leygarmorgunin eftir ein væleydnaðan túr á Føroyabanka.
Um middagsleitið hittu vit hann á NAFF, tá hann og ein annar útróðrarmaður, Eyðfinn Poulsen úr Skopun, sótu og ótu ein døgurðabita.
- Hetta er fyrsti túrurin hjá nøkrum báti av hesi støddini á Føroyabanka, síðan bankin varð latin uppaftur fyri veiði, 1. mai.
Mortan Johannesen sigur, at hann loysti úr Havn týskvøldið, siglingatíðin út á Bankan er einar 10 tímar, og síða byrjaði hann at fiska mikumorgunin.
- Eg royndi mikudagin og hósdagin, og veiðan vá 2.000 pund, meginparturin toskur.
Góð útlit
Hann sigur, at fiskurin var heldur smáttfallandi, men feitur og góður.
- Hetta var ein góður túrur, og eg haldi, at útlitini á Føroyabanka eru rímiliga góð.
Mortan sigur, at nógv lív var at síggja í sjónum og á sjónum.
Eyðfinn Poulsen, sum eisini roynir við snellu, er samdur við Mortani um, at nógv æti er at síggja – eisini millum bankarnar, sum hann tekur til.
Mortan Johannesen sigur, at hann sjáldan hevur sæð so nógvan skráp á Føroyabanka áður.
- Nú fari eg heim at leggja meg at sova eina løtu, legði hann aftrat, tá hann fór av Sandvíkarhjalla hendan leygardagin.










