Av Tórsvølli til venjarastarv í AaB

Erik Hamrén, sum júst hevur hvat fyrilestur á Tórsvølli, er settur sum venjari hjá AaB

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)

Fyrrverandi svenski landsliðsvenjarin, Erik Hamrén, er á øðrum sinni settur sum venjari hjá danska AaB. Hann hevur verið venjari hjá bæði Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen, og hevði so seint sum í farnu viku fyrilestur á Tórsvølli.

 

Erik Hamrén var venjari hjá AaB frá 2004 til 2008, har hann bæði vann danska meistaraheitið og donsku steypakappingina. Í hesi tíðini var hann venjari hjá tveimum føroyskum landsliðsspælarum. Nevniliga Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen.

 

Í 2008 bleiv hann landsliðsvenjari hjá Svøríki, sum millum annað spældi móti Føroyum í 2012 og 2013. Í báðum førum vann Svøríki teprar sigrar. Serliga á Tórsvølli stóð nógv á, tá Rógvi Baldvinsson legði Føroyar á odda.

 

Erik Hamrén hevur eisini verið venjari hjá Rosenborg í Norra, og íslendskur landsliðsvenjari. Á fyrilestinum á Tórsvølli fyri føroysku venjarunum, greiddi hann millum annað frá íslendska álopsspælinum, ið føroyska liðið kann gera nyttu av.

 

Erik Hamrén er 65 ára gamal og hevur fyribils sáttmála fram til endan av kappingarárinum.

 

Mynd: (FSF/Hans Erik Danielsen)