Av Toftum til Turkalands

Mikudagin fer Barnaringurin á Toftum at hava hugnaløtu í missiónshúsinum í bygdini.

Hetta er eitt tiltak ið plagar at savna nógv fólk, ikki minst tí at mong foreldur ynskja at hoyra børn teirra syngja.

Í ár fær Barnaringurin vitjan av Silasi Olofson, sum fer at greiða frá arbeiðinum millum muslimar í Turkalandi.

Tá hugnaløtan í stóra salinum er at enda komin, verður farið niður undir í kjallaran, har borðreitt verður við einum grýturætti. Og síðani verður burturluting á skránni.

Her plaga nógvir góðir lutir at vera at vinna, og verður innkomni peningurin sendir til ymisk trúboðaravirksemi kring heimin.