Hava tit hoyrt
um ein hundalort
í Kirkjubø mundi liggja ?
Jú vit hava frætt
at ein kona datt
sum mundi ei fyri seg hyggja
So víst er tað svárt
at stíga í lort
og nógv fyri slíkt skula gjalda
men hóast hon datt
tað er púra rætt
at gera sum dómarar halda
So ganga tað má
tá ikki ein frá
tí váta slagnum seg heldur
so lort tað jú gekk
og rokning hon fekk
tí landsrættardómur er feldur










