Av síðulinjuni

Regin Petersen mátti eygleiða dystin leygardagin av áskoðaraplássunum. Hetta tí hann fekk reytt kort móti Neistanum fyri viku síðani.

Sostatt var lítið, sum hann kundi gera, til tess at hjálpa liðfeløgunum, sum í ólukkumát tørvaðu onkran skjútta afturat Bjarna Wardum. Komandi sunnudag er Regin tó við aftur, og so mugu teir hjá Kyndli bert vóna, at hetta fer at gera mun.