Partrolararnir hjá Faroe Orgin, Rókur og Lerkur, vórðu lagdir fyrr í ár og lýsir til sølu, men lítil áhugi hevur verið fyri teimum. Tað sigur reiðarin Anfinn Olsen frá Framherja, ið eigur í Faroe Orgin við Skipsportalin. Men meðan bíðað verður eftir einum møguligum keypara og makrel- og sildafiskiskapurin er við at taka seg um, er eingin orsøk at trolararnir liggja. Tí hava eigararnir sent partrolararnar út, og tað gongur væl, sigur Anfinn Olsen.
Rókur og Lerkur pumpa fiskin upp í Saksaberg, ið kom á kollafjørð í fyrr í vikuni við 500 tonsum, har tað mesta var sild.
Mynd: Skipsportalurin