Av ringasta veðri í Esbjerg

Ringast var um 15.30-tíðina, tá hann hækkaði úr útsynningi upp í ein vestan, sigur føroyingur í Esbjerg.

Nólsoyingurin, Rósing Jacobsen, sum býr í Esbjerg, sigur, at veðrið seinnapartin í dag hevur verið av tí ringasta, sum hann hevur upplivað tey árini, hann hevur búð í Danmark.

 

- Eg sigli við einum skipi hjá Kystdirektoratinum. Okkara arbeiði er at reinsa botnin her um leiðir, so sandur ikki legst í siglingarleiðirnar. Ringast var um 15.30-tíðina í dag, tá hann hækkaði úr útsynningi upp í ein vestan. 

 

Rósing sigur, at øgiligi vindurin kom sum eitt skot, og í løtum máldi vindmátarin hjá Esbjerg havn upp í 37-38 metrar um sekundið. Hann sigur, at hjá teimum var einki at gera í ringa veðrinum.

 

- Eini tvey bingjuskip slitu her í Havnini, men her eru fleiri sleipibátar, sum liggja klárir til ymiskar uppgávur, og teir eru skjótir, tá boð eru eftir teimum. Ta einu løtu kundi ruðulleiki staðist, tí nógv skip vóru í Havnini í Esbjerg í dag.

 

Hann sigur, at nógvir smærri bátar, sum sigla við fólki og veita tænastur til vindmyllurnar, lógu inni í Havnini, og onnur skip vóru komin inn fyri veður.

 

- Tá hann kemur av vestri, sum seinnapartin í dag, veksur eisini vatnstøðan inni í havnini nógv, men mær vitandi eru ikki teir stóru skaðarnir hendir á sjónum. Hinvegin havi eg skilt, at skaðar eru komnir á hús og bygningar.

 

Rósing Jacobsen vísir á, at ymsastaðni í Danmark hevur rættiliga nógvur vindur verið í dag, tí eitt nú í Sønderborg máldu tey heili 54 metrar um sekundið.

 

- Jú, her hevur verið at ringasta veðri seinnapartin, men nú í kvøld sær betri út. Vit loysa aftur klokkan 06 í morgin, og tá vænti eg, at alt verður í lagi aftur, sigur hann.