Av Old Trafford á Sevmýri

Nýggi TB-leikarin hevur í ungdómsárunum spælt saman við fótbóltsstjørnum, sum Beckham, Butt, Neville og Gillespie

Fríggjamorgunin var ætlanin, at TB og enski miðvallarin, Craig Dean, skuldu skriva undir ein leigusáttmála fyri seinni hálvu av føroysku landskappingini. Partarnir eru samdir um treytirnar í sáttmálinum, men seinasta undirskriftin vantar framvegis. Í løtuni er Craig Dean knýttur at enska felagnum Kidderminister Harriers. Hann hevur í longri tíð verið skaddur, og er í løtuni við at koma fyri seg.

Fortíð við Manchester United-unglingunum
Craig Dean var í ungdómsárunum knýttur at enska stórfelagnum Manchester United. Hann er frá árganginum 1975, og er 26 ára gamal. Árgangirnir 1974 og 1975 eru gyltir árgangir hjá Manchester United. Leikarar sum Gary og Phil Neville,Nicky Butt, Paul Scholes, David Beckham, Ryan Giggs, Robbie Savage, Keith Gillespie og Jovan Kirovski eru allir spælarar, ið eru føddir í hesum tíðarskeiðnum.

Bæði í1992 og 1993 var spældi unglingaliðið hjá Manchester United seg fram íFA Youth Cup finaluna. Í 1993 var Craig Dean við á unglingunum hjá Manchester United, og ímillum liðfelagarnir taldust so mætir fótbólsspælarar sum Beckham, Neville brøðurnum, Butt, Gillespie, Savage og Kirovski. Hetta kann tykjast lítið sannlíkt, at spælari við fortíð í Manchester United er endaður á Tvøroyri, men Sosialurin hevur leitað sær fram gomul Manchester United bløð frá 1993 og 1994, og har er Craig Dean nevndur sum ein av miðvallaleikarunum á unglingaliðnum.

Sir Alex Fergusson hevur fleiri ferðir róst unglingaliðnum fyrst í 90-árunum, sum hann metir verða teir bestu í felagnum nakrantíð. Tá Manchester United á sumri ´96 valdi at sleppa sær av við so týðandi leikarar, sum Andrei Kanchelskis, Paul Ince og Mark Hughes, prógvaði Ferguson, at hann hevði álit á teimum ungu stjørnunum. Uttan himpr, vórðu spælarar sum Beckham, Scholes, Butt, og Neville brøðurin settir inn á liðið, og tá árið var av, hevði United vunnið greipuna. Eisini í Treble-liðnum trý ár seinni, vórðu spælarar frá unglinga-liðnum tær berandi kreftirnar.

Av Tvøroyri siga tey, at Craig Dean sigur, at hann enn heldur sambandið við liðfelagirnir frá 1993 við líka, og teir plaga at møtast nakrar ferðir um árið. Ikki kann sigast, at fótbóltslagnan hjá Craig Dean hevur verið líka glæsilig, sum hjá liðfeløgunum frá Manchester United . Hann spældi í unglingadeildini hjá United í 93 og 94, og í 1995 var hann at finna á eykaliðnum.

Hann varð leyslatin í 1995 av United, og hevur síðan spælt í Sogndal og eitt skiftið í USA. Í Sogndal var Craig Dean m.a. liðfelagi hjá Julian Johnsson, Kurt Mørkøre og Hans Fróða Hansen. Nú er hann so endaður á Tvøroyri, har hann skal royna at tryggja TB-liðnum framhaldandi sess í bestu føroysku fótbóltsdeildini

Craig Dean kemur rættiliga av eini fótbóltsfamilju, systurin er gift við fyrrverandi Manchester United og Leeds stjørnuni, Lee Sharpe, og eisini hevur hann eitt systkinabarn, sum eru við í 1. liðs hópinum hjá Aston Villa.

Ætla sær ikki at arbeiða í Føroyum
Vanligt er, tá útlendingar koma hendavegin at spæla fótbólt, at teir umframt fótbóltin, eisini hava arbeiðið við síðurnar av. Craig Dean ætlar sær ikki at arbeiða, meðan hann steðgar í Føroyum. Hann ætlar sær at venja tvær ferðir um dagin, so hann kemur í form, tá hann kemur niðuraftur til Kidderminister.

Craig Dean kom til Føroya annan týsdag, og er nú fari heim í summarfrítíð. Hann skal ætlandi verða í Føroyum aftur 22. juni, tá TB fer undir fyrireikingarnar til seinnu hálvu.