Av neyð

Sophus Dal-Christiansen gjørdist leygaragin leikandi venjarin hjá Kyndli, men hett er so avgjørt ikki nakað, sum Sophus sjálvur ætlar sum eina varandi loysn.

- Tað var ein alstórur trupulleiki hjá okkum, at vongspælararnir ikki skoraðu upp á teir møguleikar, sum vit høvdu. Tí var tað kalla ein neyðloysn, at eg fór inn á vøllin, og so er bara at vóna, at tað ikki verður tørvur á hesum aftur, segði venjarin eftir dystin.

Undan uppgerðini varð roknað við, at ein sigur mundi vera kravið til Kyndil, men kortini helt Sophus, at teir kunnu ikki annað enn vera nøgdir um javnleikin.

- Vit koma alt ov langt aftur um á máltalvuni, og tí skulu vit vera fegnir um javnleikin, helt hann eftir dystin, og tað kann eisini vísa seg, at hetta verður kostnaðarleyst hjá Kyndli.

Verður talan ikki um aðrar javnleikir í grundspælinum, so geur dysturin hóast alt fulla úrtøku í stigum, og so er í øllum førum einki tapt hjá Kyndli.