Av mesta vindi

Sjáldan hevur verið so nógvur vindur í Hvannasundi sum í morgun, men eingin stórvegis skaði hendi kortini Bæði í nátt og fyrrpartin í dag hevur stormur verið í Hvannasundi og Norðdepli, og fólk væntatðu tí, at skaðar fóru at henda.

Men so var ikki. Bara eina ferð var sløkkiliðið úti, og tað var fyri at seta upp fyri ein køksrút á einum húsum í Norðdepli.

Vindurin varð máldur til 40 um sekundið, og tað var áðrenn, at veðrið var ringast, sigur ein hvannasundsmaður.

Ættin var útstynningur sunnan.

Hvannasundsmaðurin sigur, at so nógvur vindur var í nátt í teimum báðum bygdunum, at eingin við vilja svav á loftinum.

Fyrrapartin tordu fólk illa at koyra um byrgingina.