Av høgum klassa

– Ein profilur sum Brian Kerr ger kanska, at onkur av ósæddu spælarunum í Føroyum kemur fram, heldur spælaraumboðsmaðurin, Jákup í Stórustovu

FÓTBÓLTUR

 

Jákup í Stórustovu, sum umboðar nógvar av okkara ungu og frægu fótbóltsspælarum, heldur Fótbóltssambandið hava funnið ein stóran profil, nú nýggjur landsliðsvenjari er settur.

– Onkur av teimum nøvnunum, sum vóru uppi og vendu fyrr í ár, vóru av høgum klassa, men nú hava vit fingið ein enn størri profil. Tað er imponerandi, at vit hava fingið ein mann við hasum royndunum at vera landsliðsvenjari, og at hann enntá vil brúka nógv av sínari tíð í Føroyum, sigur Jákup.

– Eg veit ikki, hvussu nógv eg akkurát komi at hava við hann at gera, men ein slíkur profilur kanska ger, at onkur av ósæddu spælarunum í Føroyum kemur fram, og at kanska tann lokala menningin og menningin alt árið her heima fer at økjast munandi.

Eisini vísir Jákup í Stórustovu á, at vit eisini hava nakrar sera dugnaligar landsliðsvenjarar á ungdómsliðunum, men at hann væntar, at við Brian Kerr fara vit at síggja eina miðvísa venjing.

– Tað kann gera teir góðu spælararnar uppaftur betri, umframt at teir, sum eru í síðsta enda á úttøkuni, somuleiðis styrjast, so vit fáa ein bonk, sum er líka góður sum teir, ið eru inni á vøllinum, sigur Jákup í Stórustovu.