Av gull­laksi á makrel­veiði

Onkrir av ísfiskatrolarunum, sum seinastu mánaðirnar hava fiskað gulllaks, eru nú farnir á makrelveiði

Vilmund Jacobsen

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at allir djúp­vatns­trolararnir uttan ein fiska makrel. Tann, sum er á va­n­ligari ísfiskaveiði, er á djúp­um vatni og fær mest av svartkalva og kongafiski. Vænt­andi landar hesin djúp­vatns­trolarin fyrst í hesi vikuni.
Fýra partrolarapør fiska á landgrunninum, og tey fáa mest av upsa og nakað av longu og toski sum hjá­veiði.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trý pør fiska gull­laks og fýra pør fiska makrel.
- Vit vænta, at tvey pør - ella fýra ísfiskatrolarar - landa í dag, og so koma hin­ir inn at landa í seinni í viku­ni.
Tá sagt verður, at trý pør fram­vegis fiska gulllaks, er hetta nokk ikki heilt rætt, tí eitt nú hava Stjørnan og Polar­hav, sum annars hava ver­ið á gulllaksaveiði, nú ver­ið á makrelveiði.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tíðin á land­leið­ini hjá trolbátunum var úti 7. september, og tí vænt­ar marknaðurin, at trol­bát­ar, sum hava roynt á land­leiðini, koma inn at lan­da í dag.