Av Fróðskaparsetrinum til amerikanska fyritøku

Íløgurnar í og menningin av Fróðskaparsetri Føroya vísa seg at eiga ein týðandi leiklut í at útbúgva føroyingar til størv í eitt nú altjóða oljuvinnuni. Eitt av seinastu úrslitinum av virkseminum hjá Fróðskaparsetrinum er, at Hilmar Simonsen, sum er PhD lesandi á Setrinum, er settur í starv hjá amerikonsku fyritøkuni Ion GX Technology. Hetta er ein fyritøka við serkunnleika innan upptøku og viðgerð av seismiskum dátum.

Hetta skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðu síni. Hilmar hevur seinastu árini starvast á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum, har hann hevur granskað í seismikki við atliti til føroyska basaltið. Hendan verkætlanin er komin væl áleiðis og verður væntandi liðug innan stutta tíð.

Ion GX Technology er eitt tøkniliga framkomið felag, sum virkar á altjóða støði og veitir tænastur til oljuídnaðin kring allan knøttin. Hilmar skal í starvinum vera partur av toymi, sum skipar fyri og hevur dygdareftirlit (Quality Control) við upptøkur av seismiskum dátum til sjós. Hesar dátur verða eisini viðgjørdar (processeraðar) umborð á skipinum.

Hilmar byrjar í nýggja starvinum 15. februar 2011.

Sum skilst er Hilmar bert ein av fleiri, sum hevur brúkt Fróðskaparsetrið sum útbúgvingarstað og harvið lopfjøl til eitt arbeiði í altjóða vinnufyritøku.