Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kaunas, Litava: Pínan tóktist øgilig og øðin samsvarandi stór, tá Símun Samuelsen eitt korter fyri dystarlok var við undirlutan í eini tackling móti litaviska liðskiparanum.
- Fyrst og fremst má eg siga, at eg nokk leyp eitt sindur framav, tá eg gjørdist somikið illur. Eg fór í eina tackling, og maðurin hoppan upp, men tá hann kemur niður traðkar hann tilvitað niður í lærið á mær. Eg haldi tað er ótrúligt, at linjuverjin bert stendur tríggjar metrar frá, og ikki gevur nakað sum helst tekin til dómaran um tað, sum hendi. Tá talan er um altjóða fótbólt, so eigur hetta ikki at henda órevsað.
Og tú fekk so eisini eitt gult kort, tá vildi vísa dómaranum, hvør avleiðingin var?
- Tað var sjálvandi býtt av mær, og skal ikki henda. Men viðhvørt koma støður, har tú ikki fært stýrt kenslunum, og hatta var so ein av teimum.
Var talan um ein veruligan skaða, ella var hetta meira eitt træbein, sum noyddi teg av vøllinum?
- Tað dugi eg ikki at siga enn. Eg royndi at spæla víðari, men tað var púrasta vónleyst. Um tað er eitt træbein, so verður helst nógv betri í morgin, men tað kann eisini vera ein skaði. Um so er, so kann eg bara troysta meg við, at mín kapping nú er liðug, os í so máta hevði tað verið verri, um tað var onkur av hinum spælarunum, sum var fyri hesum, sigur Símun Samuelsen.









