Ítróttarprofilur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Tá Andrew av Fløtum javnaði til 1-1 í dystinum millum KÍ og HB í Klaksvík sunnudagin, so var tað mál nr. 100 hjá honum fyri besta liðið hjá HB í landskappingini og í kappingini um Løgmanssteypið.
Fyrsta málið hjá Andrew í bestu deildini kom í Traðardali á Sandi. Talan var um 13. umfar í gomlu 1. deild, árið var 1997, Andrew økir um leiðsluna hjá HB til 2-0 í 21. minutti. Í seinna hálvleiki økir hann til 6-0. HB vinnur 9-0 á B71, og Andrew hevur skotið síni fyrstu 2 mál av teimum fyribils 100 fyrstu málunum fyri HB.
Spældu á Fløtum
Áðrenn Andrew fór at spæla skipaðan fótbólt, spældi hann fótbólt saman við stórabeiggjanum Óla Hendrikki, og systkinabarninum Flóvini av Fløtum Jespersen á lítlu fløtuni, sum liggur millum Landavegin og Lambagerði, har sum barnaheimið hjá Andrew er. Teir spældu eisini á stóru trøðni á Fløtum, sum abbin Óla Hendrik eigur.
Andrew er soleiðis ein av teimum fáu, sum kann reypa av at hava havt sítt eftirnavn nevnt eftir sínum fyrsta fótbóltsvølli. Komin í 1. flokk fór Andrew at spæla skipaðan fótbólt í HB, millum bóltsnillingarnar í hansara árgangi í HB vóru Eyðun Højgaard (kendur frá vantandi spæliloyvinum í 2005) og Búi Egason Dam, nú betri kendur millum manna sum Budam.
– Búi er eitt hitt størsta talentið eg minnist at hava sæð á vøllinum, hann var heilt fantastiskur. Tað var synd, at hann mátti gevast orsaka av einum ryggskaða, sum 16 ára gamal, sigur Andrew.
Spurdur hvussu nógv meistaraheiti hann vann í yngru deildunum smílist Andrew.
– Ikki eitt tað einasta eitt. Eg vann mítt fyrsta føroyameistaraheitið við 1. deild hjá HB í 1998. B36 og NSÍ sótu á øllum árgangunum míni barna- og ungdómsár. Men tað undrar meg, at bara Jákup á Borg og René Tórgarð hava vunnið sær sætið í bestu deildini av mínum javnaldrum í B36.
Spældi eisini hondbólt
Andrew spældi eisini hondbólt til hann var 17 ára gamal.
– Eg meini, at tað gekk rættuliga væl at standa í hondbóltsmálinum, eg fekk eisini onkran dyst á besta mansliðnum hjá Neistanum. Ein saknaði felagsandan og hýrin frá skiftingarrúminum, tí leitaði ein sær niðan í ítróttarhøllina at spæla hondbólt um veturin. Men komin upp í vaksnamannaárini var eingin ivi, tá eg skuldi eg velja. Nógva venjingin kravdi eisini, at eg satsaði uppá fótbóltin. Fyrstu árini spældi Andrew vinstru megin á miðjuni, seinni fór hann at spæla mitt á miðjuni, fyri síðani at verða fluttur út aftur í vinstru síðu.
– Eg uppfati ikki meg sjálvan, sum ein “targetman” ella “tank-centreforward”. Hóast áleypari nú, so dugi eg væl at seta meg í rolluna sum offensivur miðvallarleikari. Tá Ion (rumenin) bleiv venjari í HB, høvdu vit eitt rættuliga offensivt útgangsstøðið, har Uni Arge var fremst, og eg og Jón Rói Jacobsen vóru beint aftanfyri á hvør sínari síðu. Tað var fyrst tá eg kom til Fremad Amager, at eg bleiv “plantaður” fremst í álopið. Tá mátti eg læra meg nøkur onnur kynstur, tí niðri var skúlingin meiri desiderað og málrættað uppá eina posisjón á vøllinum.
- Í Føroyum havi eg meiri verið at kalla eitt “millumting”. Niðri lærdi eg at arbeiða við tí eg hevði, ístaðin fyri at renna við bóltinum, tí eg eri jú ikki av skjótastu monnum.
Góð ár í Fremad
Andrew sær uppá tey 4 árini í Fremad Amager, sum eina góða tíð.
– Eg fekk nógv burtur úr fótbóltsliga, men eg vil siga, at eg fekk enn meiri burtur úr persónliga. Tað vóru nakrir ótrúliga fittir og festligir viðspælarar eg hevði í Fremad Amager, og tá vil eg serliga nevna Martin Nielsen og Kenny Thorup. Vit spældu altíð heimadystirnar tíðliga sunnumorgun í kirkjutíð. Av tí sama nevndu Fremad-viðhaldsfólkini heimavøllin í Sundby Idrætspark fyri “Kirken”. Tá tey sótu á stamvertshúsunum seint leygarkvøldið søgdu tey við hvønn annan, áðrenn teir fóru heim í song: “Vi ses i kirken!”.
- Summar heimadystir tá ættin lá ímóti vøllinum kundu vit lukta hasjroykin frá summum av áskoðarunum. Fremad var eitt ógvuliga serstakt arbeiðarafelag við einari serstakari áskoðaramentan.
Andrew er spentur uppá FC Amager ætlanina hjá Toda Jónssyni, og vónar hann, at tað fer at ganga væl hjá samanlagda felagnum.
Fyrsta dystin í 1996
Andrew fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá HB í 1996. Hann minnist, at tað var ímóti KÍ, og at táverandi HB-venjarin, Jóhan Nielsen, bað hann fara inn og njóta teir síðstu minuttirnar av dystinum. Í 1997 fekk hann tey 3 fyrstu málini á besta liðnum, og í 1998 skeyt hann aftur 3 mál í landskappingini, men tá skoraði hann eisini í finaluni í kappingini um løgmanssteypið, tá HB vann 2-0 á KÍ í finaluni. Hetta árið vunnu teir eisini Føroyameistaraheitið.
Andrew var glaður fyri at sleppa at spæla á liðið saman við monnum, sum Jens Erik Rasmussen, Róa Árting, Una Arge, Kaj Leo Johannesen, Allan Mørkerø, Hans Fróða Hansen og Jóhannus Joensen. Andrew var eisini glaður fyri Ion, sum venjara.
– Ion var mín “mentor”. Hann hevði stóra ávirkan á meg, hann fekk meg burtur úr “amatør”-hugsunnarháttinum, og fekk meg at gerast mentalt vaksnan uppá tann harða mátan. Eg gjørdi, sum hann gav boð um. Bað hann meg renna fimm rundir eyka, ja, so gjørdi eg tað. Men hann var rættvísur, og hann lønti mær aftur við at vísa mær álit og geva mær spælitíð á besta liðnum.
Mundu komi víðari
Sama árið mundi HB leikt seg víðari í UEFA-Cup. Andrew legði upp til Súna Fríða Johannesen, sum skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum á Svangaskarði ímóti Vaasa úr Finnlandi. Í returdystinum vóru teir aftanfyri 0-3, tá hevði Súni Fríði ein risamøguleika at skora til 1-3, og at senda HB víðari uppá útivallarmál, men ólukkutíð so tók Súni Fríði ikki kjansin tá hann beyðst.
Árið eftir vóru teir aftur í Finnlandi, tá fingu teir 1-1 heima, og taptu 0-5 úti. Andrew var eisini á Kýpros, heima í mjørkanum fingu teir 1-1 ímóti Apoel, men teir blivu væl og virðiliga grilaðir í hitanum niðri í Kýpros, og taptu teir eisini 6-0.
– Eg vil kortini siga, at tað er besti túrur eg havi havt við nøkrum fótbóltsliði. Hann var ótrúliga góður.
Í landskappingini komu so nøkur misjøvn ár, í 1999 hilnaðist einki serligt, í 2000 misti teir á stokkinum, bæði í landskappingini og í steypakappingini. 2001 var eitt vána ár, Andrew var illa skaddur, og HB gjørdist nr. 7, sum er søguliga vánaligt fyri felagið. Í 2002 og 2003 reistist HB kortini aftur, og við Andrew í einum avgerandi leikluti vunnu teir Føroyameistaraheitið. Sama heystið byrjaði hann uppá tíðina í Fremad Amager.
Við á landsliðunum
Sum ungur spælari spældi Andrew við á U-17 og U-19 landsliðunum. Hann minnast, at Eysturríki vóru gestaluttakarar í norðurlandameistaraskapinum fyri U-17 lið í Vejle. Hetta var í 1996. Eysturríki vann 7-1, men Andrew gleddist stórliga um málið hann skeyt. Í U-19 høpi var eitt tað besta minnið, tá teir leiktu ímóti Fraklandi og Svøríki í Kalmar í Svøríki. Teir taptu heiðurliga 0-2 ímóti Fraklandi, sum hevði ein ávísan Nicolas Anelka á liðnum. Andrew minnist, at Anelka kom við privatflogfari til kappingina, hann spældi við Paris Saint Germain tá. Andrew harmast, sum so mangur annar, at U-21 landsliðið ikki er komið upp at standa fyrr enn nú, tí bindiliðið millum U-19 og A-landsliðið hevur manglað. Fyrstu ferð Andrew var úttikin til A-landsliðshópin var til útidystin í Sveis, tá Føroyar taptu 1-5 á útvølli, hetta var í 2000. Andrew og Christian Høgni Jacobsen debuteraðu báðir á vári í 2001 ímóti Svøríki í stóru innandura høllini í Växsjö í Svøríki, tá eydnaðist at fáa ein 0-0 javnleik. Andrew hevur skotið eitt landsliðsmál ímóti Kasakstan, men hann hevur rakt yvirleggjarin ímóti bæði Hollandi og Skottlandi. Hann metir dystirnar ímóti Fraklandi, Hollandi, Italia og Týsklandi at verða tær størstu upplivingarnar, serliga útidysturin ímóti Týsklandi á Niedersachsen Leikvøllinum í Hannover.
– Tað var fantastiskt at hoyra 1.000 føroyskar áskoðarar syngja tjóðsangin 5 minuttir áðrenn tíð. Aftaná dystin fóru vit yvir at heilsa uppá føroysku áskoðarnar og takka teimum fyri stuðulin. Tá vit ganga tvørtur um vøllin aftur, tá leggja vit til merkir, at allir teir týsku áskoðarnir standa og klappa fyri okkum. Tað var ein óbeskrivilig kensla!
Andrew ásannar, at tað hevur verið langt í millum snapsirnar á landsliðnum nú. Hann er kortini nøgdur við fyrru helvtina í 2007, tá landsliðið sýnti gott spæl ímóti Georgia, Skotlandi og Italia. Men hann harmast um, at nógv fólk eru so neilig, og at tey ynska nærmast, at landsliðið verður avtikið við lóg. Hann metir, at fólk seta órímilig krøv, og at tungar byrðar eru lagdar á landsliðið til komandi undankapping. Men hann vónar, at landsliðið hórar undan. Sjálvur hevur hann skrivað undir ein 4-ára sáttmála við HB, og har ætlar hann røkka sínum málum fyri fyrst.
___________________________________
Fakta
Navn: Andrew av Fløtum
Føddur: 13. juni 1979
Starv: Fótbóltsspælari og veitingarmaður (Baresso)
Feløg: HB og Fremad Amager (fótbóltur) og Neistin (hondbóltur)
Andrew um FC Amager
FC Amager er ein ambitiøs verkætlan, sum mær dámar sera væl. Teir hava fólk til at stjórna felagnum, sum veruliga vita hvat tey fáast við. Vónandi sleppa fleiri føroyingar upp í part í felagnum, tað vil siga, um teir also eru nóg góðir at verða partur av hópinum. Tað skal ikki bara verða av miskunn.
... um Porkeri
Porkeri er ein deilig bygd. Eg havi nógv góð minnir úr Porkeri frá barnaárunum. Tað var har ein fyrstu ferð var á floti, fekst við seyð, og skeyt sín fyrsta fugl við einari byrsu, sum vit “lántu”. Tað bygdarlív eg kenni til, tað er í Porkeri. Nú er tíverri ov sjáldan, at ein vitjar har. Men har er gott at verða, sjálvt um ein er “upsi”.
... um Rók av Fløtum Jespersen
Rókur er ein eminentur “verju-upplirkari”. Hann er ein spælari, sum eitthvørt lið hevur brúk fyri, og sum álopsspælarar elska at verða í liði saman við. Hann er ein inteligentur spælari, sum kennir rennimynstrini hjá sínum viðleikarum. Sum systkinabarn eri eg sjálvandi ógegnigur, men eg meini eisini, at hann er eitt gott menniskja.
... um Liverpool FC
Eg gleði meg til báðar hálvfinalurnar í Champions League ímóti Chelsea. Annars hevur avrikið hjá Liverpool verið øgiliga misjavnt, men nú eru teir so byrjaðir at vinna á teimum smærri liðunum, og nú skora teir so í hvørjum dysti. Torres og Gerrard eru tveir fantastiskir spælarar, men mín stóra útlendska fyrimynd er also Alexander del Piero.










