Av fagrasti veðri í dag

Eitt sterkt hátrýst yvir Skandinavia gevur okkum eitt rák av lýggjari luft av suðri og landsynningi. Mánadagin og týsdagin breiðir hátrýstið seg eitt vet vestureftir móti Føroyum.

 

Veðrið í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s. Skýggjað og turt og hitin millum 3 og 6 stig.

 

Í morgin

Gul til stívt andøvsgul av suðri og landsynningi, 5 til 10 m/s. Turt og skýggjað. Hitin um dagin um 2 stig, um náttina niður í 2 stig.

 

Mánadagin

Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um náttina makar hann vindin fyrst og fremst av eystri, undir 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað og turt. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina niður móti frostmarkinum.

 

Týsdagin

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, sum um náttina snarar í sunnan og útsynning. Yvirhøvur skýggjað og turt, men um náttina sum frá líður vátaslettingur ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, um náttina stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.