Av Føroyabanka á Fish Fair

- Eg havi verið á Føroyabanka við snellu, nú bankin er latin uppaftur. Veiðan var góð, 2.000 pund av toski. Eg kom aftur tíðliga í morgun, og nú eri eg á Fish Fair, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður Mortan Johannesen, Mortan hjá Andriasi í Hvannasundi, eigur 35 fót stóra útróðrarbátin Tvíburðar.

Hann kom aftur av snelluveiði um 04-tíðina í morgun eftir ein væleydnaðan túr á Føroyabanka.

- Hetta er fyrsti túrurin hjá nøkrum báti av hesi støddini á Bankanum, síðan hann varð latin uppaftur fyri veiði, 1. mai.

Mortan Johannesen sigur, at hann loysti úr Havn týskvøldið, siglingatíðin út á Bankan tekur einar 10 tímar, og síða byrjaði hann at fiska mikumorgunin.

- Eg royndi mikudagin og hósdagin, og veiðan vá 2.000 pund, meginparturin toskur.

Hann sigur, at fiskurin var heldur smáttfallandi, men feitur og góður.

- Hetta var ein góður túrur, og eg haldi, at útlitini á Føroyabanka eru rímiliga góð.

Mortan sigur, at nógvur fuglur var at síggja, og nógv æti er at síggja á Bankanum og millum bankarnar.

- Hetta er eisini fyrstu ferð, at eg havi sæð so nógvan skráp á Føroyabanka, sigur Mortan Johannesen, sum var á North Atlantic Fish Fair í dag.

- Nú fari eg heim at leggja meg at sova eina løtu, legði hann aftrat, tá hann fór av Sandvíkarhjalla fyri løtu síðan.