Av dansigólvi á leikpall

Fjøruti áhugaleikfólk vóru í vikuskiftinum í Klaksvík á sjónleikarastevnu, har Sjúðrakvæðini vóru reyði tráðurin


Leikstevnan byrjaði fríggjakvøldið, tá útflutti klaksvíkingurin Árni Dahl hevði eina hugvekjandi frásøgn um Sjúrðarkvæðini. Á henda hátt fingu luttakararnir upp aftur betri innlit í Regin Smið, Brynhildar tátt og Høgna tátt, sum eru tey trý kvæðini ella tættirnir í tí, sum samanlagt verða nevnd Sjúrðarkvæðini.
Jørð, luft, eldur og vatn
Á stevnuni varð arbeitt allan leygardagin í Ósáskúlanum við at flyta kvæði av gólvi á pall. Stevnufólkið varð býtt sundur í 4 arbeiðsbólkar, sum vóru Jørð, Luft, Eldur og Vatn, har Eyð Matras og Gunnvør Joensen virkaðu sum kveikjarar og hjálparar.
Seinnapartin leygardagin framførdu teir fýra bólkarnir so fyri hvørjum øðrum.
Tað sást beinanvegin, at væl varð arbeitt, og at luttakararnir høvdu fingið nógv burturúr, tí framførslurnar vóru serstakliga fjølbroyttar  onkur enntá í operaformi. Seinni um kvøldið var veitsla, har farið varð upp á gólv og kvøðið dúgliga.
Stimbrandi fyri leikhugin
Fyrireikarnir vóru avbera væl nøgdir við stevnuna og fegnaðust serliga um, at teimum ungu dámdu hana serstakliga væl. Tey høvdu stóran áhuga fyri Sjúrðarkvæðunum og fyri tí dramatiska og tragiska í hesi klassisku føroysku frásøgnini við søguligum og sagnakendum evni úr Mið- og Eysturevropa.
Nú eru nøkur ár liðin, síðan sovorðin sjónleikarastevna seinast var í Klaksvík. Fyrireikarnir halada tað tí vera gott, at tráðurin nú verður tikin upp aftur, tí ongin ivi er um, at ein slík stevna er við til at halda lívi í leikáhuganum og enn meira at menna leikhugin í býnum.
Tað vóru Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) og Klaksvíkar Sjónleikarafelag, sum í felag skipaðu fyri teirri árligu sjónleikarastevnuni í ár.