Av, av, av

Seinast Føroyar møtti Gibraltar tapu vit heili 3-0

Í kvøld spæla Føroyar venjingardystn móti Gibraltar, sum hevur fingið limaskap í UEFA. Seinast liðini møttust var fyri trimum árum síðani, tá vann Gibraltar ikki minni enn 3-0. Eftir tann dystin var fótbóltsføroyar í øðini inn á avrikið í Gibraltar. Brian Kerr var landsliðsvenjari.

 

Til ber at siggja samandrátt frá dystinum við at trýsta á pílin undir myndini

 

Gibraltar er í holt við at vinna seg fram í altjóða fótbólti. Millum annað hevur liðið tilgongd av Danny Higginbotham, sum hevur drúgvar royndir úr enskum fótbólti og Premier League. Liðið hevur eisini megnað at spælt 0-0 móti Slovakia í venjingardysti.

 

Les eisini: Liðið er sett til dysti móti Gibraltar

 

Trý ár eftir umstríddað venjingardystin í Gibraltar er aftur venjingardystur. Gibraltar ehvur síðani fingið limaskap í UEFA og verður við í EM 2016 undankappingini. So er spurningurin hvat eitt gott úrslit er í kvøld?


Hvat er eitt góðkent úrslit í kvøld?

Landsdysturin millum Føroyar og Gibraltar byrjar klokkan 19.