Hugleiðingar
Men í kvøld ætli eg mær tað øðrvísi, eg havi fingið eldra sonin at ansa eftir tí yngra, so eg kann fara til gongu og fáa eitt sindur av motión og frískari luft. Ígjár sá eg eina mynd av mær, eg vendi myndatakarinum bakið og mær hóvaði lítið tað, eg sá. Eg eri motiverða. Irriterað. Nú skal tað verða! Eg havi latið meg í góðu gonguskógvarnar, vindtætta jakkan, heitu húgvuna, muss muss, og eg eri farin. Kenni meg lætta á fótum. Túrurin fram við Argjalandi gongur strúkandi, og tyngdin av øllum teim góðu sangnótunum í ryggsekkinum kennist sum ein fræls byrða, eg fegin beri. Eg eri mitt í lívinum (les: yvir 40) og tað er nú, at viðlíkahaldið av skrokkinum krevur størri orku og tíð enn nakrantíð áður. Eg veit tað væl. Lesi um tað í kvinnubløðunum hvørja viku. Ávaringar, ákoyringar, áminningar. Tær skorta ikki.
Nú eri eg komin framvið Landssjúkrahúsinum og ferðin framá er enn støðug. Eg hugsi, um maðurin ikki skjótt kemur koyrandi framvið. Jú, beint við Skipasmiðjuna síggi eg bilin koma ímóti mær hinumegin vegin. Eg geri meg rænka og lyfti høkuna eitt sindur longur upp, smílist, nú er hann beint hinumegin, eg vinki, men hvat, hann letist ikki um vón, sær meg ikki. Koyrir bara. Sær meg ikki? Fyrst flenni eg fyri meg sjálva, typiskt hann, koyrir beint framvið, men sær einki. Sær einki? Og so er tað, at hin innara samrøðan millum meg? og meg! byrjar.
Tað er ov vánaligt, at hann ikki fær eyga á meg! Okey, tað er myrkt og hann skundar sær bara heim uttan at geva nøkrum øðrum ans, ikki so? Heilt erligt, hann leggur als ikki merki til mín longur! Kanska hann slett ikki hyggur eftir konufólki yvirhøvur? Ha ha, don’t kid yourself, hann er eitt manfólk, allir menn hyggja eftir konufólki, eisini meðan teir koyra bil, come on, tað veit tú væl! Ja, men hann brúkar brillur, eyguni versna jú við aldrinum, kanska tey eru farin at bila? Nei tú, menn verða ongantíð ov gamlir ella ov blindir at hyggja eftir konufólki, teir hava serligt tev, sum aldri doyr! Tað kundi hugsast, at hann var so fokuseraður og skundaði sær heim, tí hann roknar við, at eg eri har, hann kann ikki vita, at eg var farin til gongu? ”Fokuseraður” og ”skundaði sær heim”, veit tú nú hvat, hetta eru hugtøk, sum ikki finnast í hugaheimið mansins! Møguliga sást eg ikki so væl í teim myrku klæðunum, ella kanska eg longu eri so mikið klænkað, at eg var eitt sindur ókennilig? Nei, menn eru heilt einfalt……..menn!!
Samrøðan er farin at troytta meg, hon hevur onga framdrift ella endamál. Alt endar í gomlum jaglaðum flosklum og steriotypiskum argumentum um menn og kvinnur. Um nakað yvirhøvur er typiskt við hesum, so er tað at eg fái eina heila samrøðu við meg sjálva og eitt lesarabræv burturúr eini bagatell. Í veruleikanum eri eg glað fyri, at vit kvinnur og menn eru ymisk, hugsa ymiskt, reagera ymiskt. Um eg nú royndi at býta leiklutirnar soleiðis at eg var á veg í bili heim og hann gekk hinumegin vegin, so reageraðu vit framvegis ymiskt men líka sum áður; eg hevði sæð hann, men hann sá ikki meg, tí hann hugdi eftir bilinum(og ikki kvinnuliga bilføraranum!), sum koyrdi aftanfyri mín av merkinum Farreri ella okkurt sovorið. Eg eri troytt av óendaliga orðaskiftinum um, at menn skulu verða so og so bleytir, kenslubornir og duga at gráta eins innilliga, sum vit kvinnur. Nei, eg vil heldur, at maðurin stendur sum ein sterkur klettur, tá ið eg havi hug at gráta. Eg skal nokk eisini bjóða mína øksl fram, um honum tørvar troyst, men tað er munur á, tað skal verða munur á!
Eri eisini farin at troyttast av at hoyra okkum kvinnur grenja um, at okkara menn ikki tíma at vaska gólv ella skifta seingjarklæði eins ofta, sum vit kvinnur. Hvør sigur, at vita hava rætt og teir skeivt? Hava vit kvinnur patent uppá títtleikan og vavið av reingerðini í heiminum? Og mest av øllum krympi eg tær, tá ið eg hoyri, at “vit skulu føða 3. juli” ella “vit fingu verkir um kvøldið”, nei, tá havi eg hug at pissa økið alvorliga av. Eg eri fegin um, at menn duga og tíma at skifta blæðu, lesa søgur, spæla við børnini, geva sær stundir, leggja tey, heinta tey í barnagarðinum o.s.fr. Vit eru komin langt, takkað verið ættarliðunum undan okkum. Úrslitini tala fyri seg. Í dag eru stjórarnir kvinnur. Formenninir kvinnur. Ráðharrarnir eru eisini kvinnur. Kanska løgmaður verður kvinna einaferð og jarðamóðurin ein maður. Men vit eru ymisk. Sum menniskju eru vit ymisk. Guð havið lov fyri tað.
Maðurin koyrdi framvið, sá meg ikki. Harragud, hvat so? Hann er bara ein frálíkur bilførari, sum hyggur eftir vegnum og ikki kvinnuni hinumegin vegin, sum roynir at viðlíkahalda skrokkin! Lat fara. Eg fari víðari. Framá! Avanti! Ella eri eg eitt sindur anti?