6?MANNAFØR MENN
Teir hingu við nevinum eftir kappingina í heimasjógvi. Menninir umborð á Páll Fanga vórðu í ár ætlaðir at vera teir, sum skuldu verja æruna hjá klaksvíkingum. Teir endaðu á 8. plássinum í fyrstu kappingini, og harvið kundu ábendingar verið um, at nógvu fyrireikingarnar onga frukt høvdu borið, og at róðrarárið var í knúsi. Tí smakkaði sigurin á Strondum serliga væl hjá monnunum umborð á Páll Fanga.
? Eftir vónbrotið á norðoyastevnu hevði tað kanska verið freistandi at roynt at lagt venjingarnar um. Men tað gjørdu vit ikki. Vit hildu fram, soleiðis sum vit høvdu vant síðani eina ferð í vár. Vit vóru fullvísir í, at úrslitini fóru at verða væl betri, enn tað var í Klaksvík. Ta ferðina settu vit á, og vit høvdu góða rútmu. Trupulleikin var bara tann, at vit so at siga ikki komu úr stað. Umstøðurnar vóru vánaligar, og tað gekk út yvir okkum, sum tað gekk út yvir allar hinar bátarnar, sum lógu undir vestara landinum, sigur Uni Oknadal, sum er lærmaður og bátsformaður umborð á Páll Fanga.
Hesa ferð royndist betur?
? Av tí at vit høvdu staðið okkum so vánaliga í Klaksvík, so lógu vit hesa ferð ytstir á og harvið langt frá favorittunum, sum vóru í miðjuni. Vit fingu framúr góðan start. Eg haldi, at vit vóru leysir av hinum bátunum, tá ið startspurturin var liðugur. Róðursmaðurin segði okkum, at vit vóru klárt fremstir. Hinir bátarnir nærkaðust okkum, og eg havi skilt á lagnum, at útvarpið vildi vera við, at Smyril hevði tikið okkum. Men stýrimaðurin segði alla tíðina, at vit vóru fremstir. Tá ið vit fóru undir endaspurtin, segði hann okkum aftur, at vit vóru fremstir, og at tað fyrst fór at verða skotið fyri okkum. Vit hoyrdu tvey tey fyrstu skotini. Men tað var so stutt ímillum tey, at vit tordu ikki at rokna við, at vit høvdu vunnið.
Nær fingu tit tað at vita?
? Tað var, tá ið vit hoyrdu og sóu klaksvíkingarnar, sum stóðu inn á havnarlagnum, fagna okkum. Tá vistu vit, at vit høvdu vunnið, og tað var ein framúr kensla. Eftir 8. plássið á norðoyastevnu kom tað serliga væl við at vinna hesa ferð. Vit vandu aftur mánakvøldið, og tað var sera hugaligt at fara undir fyrireikingarnar til Sndalagsstevnuna. Men vit eru fullgreiðir yvir, at Smyril og eisini Jarnbardur og hinir bátarnir fara at geva okkum ein skarpan gang.
Úr Havnini at venja
Manningin á Páll Fanga hevur roynt seg í kappróðri undanfarnu árini. Í fjør vóru tveir umborð á nýggja Klaksvikinginum, og tríggir hava róð við Páll Fanga tvey tey undanfarnu árini, meðan ein róði við einum 8?mannafari í Havnini í fjør.
Ikki kann sigast annað, enn at hugurin er góður at venja og kappast. Í fótbólti ferðast onkrir spælarar úr Klaksvíkini og til Havnar at venja og spæla. Í kappróðri ferðast onkrir úr Havnini og norður til Klaksvíkar at venja. Tveir av manssskapinum umborð á Páll Fanga, búgva í Havnini. Í vár hava teir fýra og fimm ferðir um vikuna verið í Klaksvík og vant. Nú venja teir tríggjar ferðir um vikuna.
Roy Baldwin er stýrimaður, og rógvararnir eru frá lærinum og frameftir: Uni Oknadal, Oddur Olsen, Rógvi Nielsen, Símun Esmar Vágsá, Svenn Hansen og Símun Michael Kerlok.
Sigurin hjá Páll Fanga á Fjarðastevnuni var tann fyrsti hjá einum kappróðrarbáti úr Klaksvík síðani á norðoyastevnu í fjør, tá ið Páll Fangi við monnum eisini vann. Síðani hevur Smyril úr Vági verið mest sum einaráðandi. Leygardagin tóktist tað, sum um Smyrla menninir hildu seg hava vunnið, tá ið fyrsta skotið brast. Tað høvdu teir ikki. Eingin iva man vera um, at smiðirnir umborð á Smyrli leygardagin í Kollafirði fara at gera alt fyri at vísa, at sigurin hjá Páll Fanga síðsta leygardag bara var ein kiksari hjá vágbingum.
Tíðirnar
01Páll Fangi07:22:14
02Smyril07:22:19
03Jarnbardur07:24:11
04Strálan07:25:03
05Lómur07:26:01
06Sundabáturin07:27:17
07Sølmundur07:30:12