Autoritetarnir framaftur úr skýmaskotum

Vaksin mugu og skulu tora at seta mørk! Børn og ung hava brúk fyri fyrimyndum, góðum fyrimyndum! Og tað er mennandi fyri samskifti millum børn og vaksin at vera saman um okkurt, ið er meiningsfult fyri báðar partar. M.a. hetta kom fram á áhugaverdum fundi, sum sunnudagin varð í høllini á Sandoyar Meginskúla, har evnið var umstøður hjá børnum og ungum í dagsins samfelag.

Børn og ung
Tekstur: Eli Hentze
Myndir: Oskar Oskarson

Síðstu vikuna serliga hevur nógv tos verið um umstøður hjá børnum og ungum í okkara samfelag. Leiðarin á Barnaheiminum, Finnur Helmsdal, hevur í fyrilestri sagt, at ov nógv børn og ung í okkara samfelag hava tað ikki gott. Fyrrverandi løgtingskvinnan, Rúna Sivertsen, hevur skotið upp, at útigongubann verður sett børnum og ungum á náttartíð. Hetta bert fyri at nevna tvey evni, ið hava verið uppi og vent hesar síðstu dagarnar.

Sunnudagin skipaði ein áhugabólkur úr Sandoynni fyri fyrilestrum og pallborði um júst børn og ung og teirra umstøður í dagsins samfelag. Eyðun Joensen, sálarførðingur, Marna Jakobsen, lærari, Sølvi Reinert Hansen, ÍSF ráðgevi og Jóngerð Poulsen, heilsufrøðingur hildu fyrilestur og mannaðu pallborðið.

Nakað av fólki var samankomið at lurta eftir, meðan stórir spurningar skuldu svarast. Millum annað varð spurt, um børn og ung eru slept upp á fjall, ella um tey vaksnu ikki duga at møta børnum og ungum, ið liva ein dag og í ein heim, sum bjóðar rúgvuvís av tilboðum av alskyns slag døgnið runt, og hvør tað er, sum skal uppala nýggj ættarlið?

Eyðun Joensen helt, at talan kundi ikki vera um storm í einum glasi, tá ið hesi viðurskifti í dagsins samfelag fingu so nógva umtalu. Og hóast nágreinilig tøl ikki finnast, ið fortelja okkum, at børn og ung hava tað verri, kundi hann staðfesta, at hann í sínum arbeiði sum sálarfrøðingur hevði sæð eitt vaksandi tal av yngri fólki við sálarsjúkum. Eg hugsi ikki um tey, ið bert hava fingið um skrúvuna, men tey, ið velja lívið frá. Tey eru vaksandi í tali. Hesi hava ómetaliga ilt í lívinum, og tey eri eg mest bangin fyri. Flest øll børn og ung í Føroyum hava tað gott, men gjógvin millum vælvirkandi og hini minni vælvirkandi gerst djúpri og djúpri, segði Eyðun Joensen m.a.

Jóngerð Poulsen tosaði um týdningin av at seta mørk. Hon helt, at vaksin í ov lítlan mun tora at seta mørk. Hon tosaði eisini um, hvussu týdningarmikið tað er at geva børnunum sjálvsvirði, hendan innara kenslan at hava virði, eisini hóast okkurt verður gjørt skeivt eftir vegnum, segði Jóngerð. Hon helt, at trupul børn finnast ikki, men at børn eru, ið hava tað trupult.

Marna Jakobsen legði áherðslu á týdningin at verja og virða børnini. Fyrilesturin tók støðið í eini kanning, ið amerikumaðurin Neil Postman sáli gjørdi um ávirkanina sjónvarpið hevði á børn og ung. Í hesi kanning sigur Neil Postman millum annað, at barndómurin hvarv, tá ið sjónvarpið var uppfunnið. Gjógvin millum ættarliðini smalkast alsamt, vísti Marna á. Tilkomin fólk vilja í klædnadrakt og útsjónd annars líkjast ungdómum, meðan smábørnini klæðast í sexut og hálvsexut klædnapløgg, segði Marna. Ongir loynidómar eru til! Øll ættlarliðini hava somu møguleikar at ogna sær somu vitan um øll lívsins viðurskifti. Trupulleikin er tann, at børnini ikki eru búgvin at taka støðu til øll lívsins viðurskifti, tí eiga vit vaksin at verja tey, segði Marna.

Sølvi Reinert Hansen greiddi frá bygnaðinum í ÍSF og legði áherðslu á týdningin ítróttarrørslan hevur fyri børn og ung í føroyska samfelagnum. Tað ókeypis arbeiðið, ið fer fram úti í feløgunum er av allarstørsta týdningi, segði Sølvi. Eisini vísti hann á, hvussu ein møgulig framtíð í ítróttarverðini hjá børnum og ungum fór at síggja út. Sølvi eftirlýsti einum greiðari og sjónligari ítróttarpolitikki frá kommunalari síðu. Í løtuni situr ein nevnd og orðar eitt ítróttarálit, segði Sølvi at enda.

Aftaná fyrilestrarnar varð lítil steðgur. Í steðginum fingu áhoyrararnir høvi at síggja frálíku framsýningina, ið børn og ung úr allari Sandoynni høvdu gjørt. Nógvir flottir málningar málaðir av dugnaligum, fittum, smáum barnahondum bóru boð um kreativar penslar.

Síðani var pallborð, har áhoyrararnir fingu høvi at seta spurningar.

Niðurstøða varð ongin, men eftir fundin sat man við tí kenslu, at fy-orðið autoritetur varð nevnt upp til fleir ferðir sum verandi sera avgerandi og neyðugt í samveruni millum vaksin, børn og ung. Vaksin mugu og skulu tora at seta mørk! Børn og ung hava brúk fyri fyrimyndum, góðum fyrimyndum! Og tað er mennandi fyri samskifti millum børn og vaksin at vera saman um okkurt, ið er meiningsfult fyri báðar partar.

Fyrireikararnir boðaðu frá, at tíðliga næsta ár verður skipað fyri einum barnafagnaðardegi.