Auto við kiosk uttan bensinsølu

Eftir at hava selt bensin í meira enn 50 ár er bensinsølan hjá bilstøðini Auto í Havn latin aftur.

Auto hevur øll árini selt bensin alt døgnið, men í dag ber til at keypa bensin við gjaldskorti á flestu bensinstøðunum. Auto hevur selt bensin síðan 1956, tá nýggja støðin, sum var bygd í samstavi við P/F Shell, varð tikin í brúk. Eftir eina størri umbygging í 1968-69, bleiv eisini ein dieselpumpa sett upp á støðini. Í 1992 var nýggjur sáttmáli gjørdur við oljufelagið Statoil um bensin og oljusøluna.

Nú fáa vit eisini betri umstøður uttan fyri støðina, tá bensin- og oljupumpurnar vera tiknar burtur, og vit koma at leggja størri dent á kioskina við t.d. størri vøruúrvali, og koma vit framvegis at veita kundunum okkara eina góða tænastu á høgum støði, sigur Petur Splidt, stjóri í Auto.


mg