Autistaheimið endurreist

Arbeiðið at gera Autistaheimið í Klaksvík liðugt er seinkað nakrar mánaðir


 


BÚSTOVNUR


Heldur tíðarætlanin stendur nýggi bústovnurin fyri autistar og menningartarnað í Klaksvík liðugur í september í ár. Arbeiðið er seinkað nakrar mánaðir, tí í heyst fóru húsini í eini ódn. Tey vóru tá akkurát reist. Allur viðurin varð oyðilagdur og nýggjur mátti bíleggjast. Byggiharrarnir hava nú bundið um heilan fingur og innilokað ta lonina, sum nú er reist aftur.

Húsini, sum standa beint við síðuna av Dáanum, ið er umlættingarheim fyri menningartarnað, verða góðar 500 fermetrar í tveimum lonum við millumbygningi. Onnur lonin verður til autistar og hin til menningartarnað. Í ovaru hædd vera 8 íbúðir, harav 4 íbúðir eru til autistar. Í millumbygninginum vera skrivstovur og annað. Ætlanin er seinni at innrætta tvær íbúðir til menningartarnað í kjallaranum, men enn er fígging ikki fingin til endamálið.

Bústovnurin, ið er ein landsstovnur, kostar um 7 mió. kr., tá innrættingin av kjallaranum ikki er tikin við. Peningur er settur av til endamálið í trimum løgtingsfíggjarætlanum.

- Vit hava bara merkt vælvild frá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum viðvíkandi stovninum, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.

Autistar í Norðoyggjum fingu fyri sløkum tveimum árum síðani eitt fyribils heim í einum fyrrverandi læknahúsum.

- Teimum dámar ógvuliga væl har, og gott er, at starvsfólkini hava nakrar royndir, áðrenn tey flyta í nýggja heimið, sigur Steinbjørn Jacobsen.

Tørvur hevur leingi verið á bústovni fyri menningartarnað í Norðoyggjum. Kortini fáa ikki øll áhugað pláss, tá nýggi stovnurin letur upp.