Á aðalfundinum hjá Autismufelagnum hin 6. juni var einmælt avgjørt, at Autismufelagið strikar seg sum lim í danska felagnum Landsforeningen Autisme.
Autismufelagið verður hereftir eitt sjálvstøðugt føroyskt felag.
Á fundi 15. juni skipaði nevndin seg soleiðis:
Forkvinna: Jónrit Halling
Næstforkvinna: Heidi Aagaard
Skrivari: Jørmund Foldbo
Kassameistari: Randi Durhuus
Nevndarlimur: Durita Bjellvåg
Tiltakslimir eru Malan Wacher og Elsbeth Joensen
Endamálið hjá Autismufelagnum er at kunna um autismu, at vera almenna røddin fyri fólk við autismu, at virka fyri at sett verða á stovn neyðug tilboð og stovnar, so tilvera teirra gerst trygg, at fylgja við vitan innan autismuøkið og at skapa samband millum fólk við autismu og teirra avvarandi