Australska stjórnin hevur býlagt 1200 Geländewagen offroadarar frá Mercedes-Benz til herin. Sáttmálin upp á teir 1200 Geländewagen, ella G-klassin sum jeepurin eisini verður nevndur, hevur eitt samlað virði upp á umleið 1,5 milliardir krónur.
Bilarnir verða uppbygdir til militerbilar hjá Magna-Steyr í Eysturríki.
Mercedes-Benz Geländewagen hava verið gjørdir síðan 1979.










