Australia kókar: Upp í 47 hitastig

Australia er rakt av søguligari hitabylgju

Meðan vit á norðaru heimshálvu hava vetur, hava tey summar sunnan fyri miðkringin.

Í dag vóru 47 hitastig máld í Sydney, og tað er mesti hitin, sum er máldur har í 79 ár.

TV2 skrivar, at seinastu dagarnar hevur sunnari partur av Australia verið raktur av hitabylgju, og í onkrum býum hevur hitin verið enn hægri enn í Sydney. Í býnum Penrith vestan fyri Sydney vórðu máld 47,3 hitastig. Hitametið í økinum er frá 1939, tá ið 47,8 hitastig vórðu máld.

Øgiligi hitin hevur skapt øktan vanda fyri skógareldum, og brúk av opnum eldi er bannað í stórum pørtum av landslutinum New South Wales.

Eftir hitabylgjuna verður roknað við toruælum og nógvum vindi.