Yisrael Kristal er 112 ára gamal og sambært tey, ið skráseta metini hjá Guinness World Records, sleppur hann upp í part har, um hann kann fáa til vega skjøl, ið prógva, at hann er føddur í 1903.
Yisrael Kristal var føddur í býnum Zarnov í Lodz-landspartinum í Pollandi, men hann hevur bara einki pappír upp á tað. Elstu persónligu skjøl, hann eigur, er váttanin um hjúnarlag hansara, tá hann var 25 ára gamal.
Undir seinna heimsbardaga, tá Týskland hersetti Polland, varð hann sendur til Auschwitz-týningarleguna. Kona hansara, sum hann átti tvey børn við, varð dripin har, men sjálvur kom Yisrael Kristan úr Auschwitz við lívinum og giftist uppaftur í 1947.
Hann flutti í 1950 til Ísrael við nýggju konu síni og einum felags barni teirra, og hevur hann síðani búð í Haifa.