Auschwitz-brotsmenn sleppa ikki so

Ákæruvaldið í Týsklandi hevur orðað ein lista við nøvnunum á 50 monnum, sum arbeiddu sum fangavørðir ella bøðlar í nasistisku týningarleguni Auschwitz í Póllandi undir seinna heimsbardaga.

Ákæruvaldið hevur eisini savnað upplýsingar um menn, sum arbeiddu í øðrum týningarlegum hjá nasistunum. Harumframt hevur ákæruvaldið útvegað upplýsingar um menn, sum arbeiddu í teimum sokallaðu Einsatzgruppen hjá SS í Sovjetsamveldinum og teimum eysturevropeisku londunum undir seinna heimsbardaga.

68 ár eru liðin, síðani heimsbardagin endaði, men hjá ákæruvaldinum er tað umráðandi at vísa, at hóast menn eru gamlir í dag, ber tað framvegis til at draga teir í rættin at standa til svars fyri tað, sum teir gjørdu undir krígnum.