KÓRSANGUR: Tað byrjaði sum eitt ungdómskamarkór, men fór síðani í dvala í nøkur ár. Nú er Aurora Borealis mannað av nýggjum, og hevur havt úr at gera í summar.
Aurora Borealis, sum merkir norðlýsi, varð fyri nógvum árum síðan stovnað av Ólavi Jøkladal sum eitt ungdómskamarkór ið sang til konsertir, reseptiónir og onnur tiltøk runt í Føroyum. Eisini var kórið á fleiri uttanlandsferðum, og hevur millum annað sungið í Reykjavík, Oslo og Viborg. Skráin var lættur klassiskur tónleikur, negro spirituals og norðurlendskur fólkatónleikur.
Eftir at hava sungið í nøkur ár gavst kórið, og lá stilt í meir enn 10 ár. Men nú hava sangarar og kórleiðari tikið stig til at savna kórið aftur. Tey hava vant eina sangskrá, og framført nakrar konsertir ymsastaðni runt í Føroyum nakrar kirkjukonsertir í m.a. Sjóvar og Hoyvíkar kirkju og eini matiné í Havnar Kirkju.
Í summar hevur Aurora Borealis verið fast húsakór á Hotel Føroyum. Ein donsk ferðaskrivstova, sum sendir fleiri ferðaløg til Føroyar um árið, ynskti, at øll ferðaløgini uppliva eitt føroyskt innslag. Hetta innslagið bleiv ein konsert við Auroru Borealis.
Kórið royndi ymisk støð á hotellinum, og kom fram á eina trappuuppgongd, har aukustikkurin var sera góður. Tey avgjørdu, at konsertirnar skuldu haldast har. Kórið stendur niðast, og syngur fyri fólkunum, sum sita í trappunum.
Konsertin er eitt breitt tyssi av norðurlendskum fólkatónleiki, føroyskum nýútsettum kingosangi og onkrum negro spiritual.
Tey ferðandi hava verið sera glað fyri konsertirnar. Seinasta ferðalagið í ár kemur til Føroya fyrst í næsta mánaði. Hesi fáa eisini eina konsert seinasta kvøldið við Auroru Borealis.