Í annaðkvøld fer Aurora Borealis at framføra góðan miðaldartónleik og nýggjan føroyskan kórtónleik í Ólavskirkjuni í Kirkjubø.
Hetta verður ein jólakonsert sum byrjar klokkan 20.
Á skránni verður tónleikur sum Skt. Magnus Hymnan, sum er eldri enn múrurin og kanska líka so gamal sum Ólavskirkjan sjálv, sum er frá 1100-talinum.
Instrumentalur tónleikur er eisini á skránni, har Súsanna Joensen og Bjarni Jøkladal eru solistar. Vokalsolistur er Erla Bech Nolsø, og Guttorm Joensen verður liturgur.
Tað er Ólavur Jøkladal, sum er leiðari hjá Aurora Borealis.
- Jólakonsertin í Ólavskirkjuni í annaðkvøld er eitt gott høvi at uppliva hetta eldgamla bygningsverkið og tónleik, sum hevur røtur aftur í miðøldina, sigur Aurora Borealis.










