Aura umsíðir aftur á pallinum

Songkvinnan Aura Dione, sum hevur føroysk ættarbond, var sunnukvøldið á palli aftur og hevði sína fyrstu konsert í trý ár.

Hesa tíðina síðani seinastu konsertina hevur hon verið meira frammi fyri at halda saman við Skype-milliardinginum Janus Friis, og síðani fyri at hava verið í stríði við hann, eftir at tey fóru frá hvørjum øðrum.

Aura og Janus vitjaðu í Føroyum á nýggjárinum fyri nøkrum árum síðani, og tá framførdi Aura saman við Teiti Lassen í nýggjárssending hjá Kringvarpinum.

Síðani Aura og milliardingurin fóru frá hvørjum øðrum, hevur Janus Friis stevnt Auru, tí hann vil hava kostnaðarmiklar gávur aftur frá henni.

Ein av sangunum, sum Aura framførdi í Keypmannahavn sunnukvøldið, var nýggjur sangur, sum hon kallar ”Can’t Steal The Music”, og sangurin tóktist verða eitt prik til fyrrverandi makan.