- Skal nakað koma burtur úr tingingum, mugu báðir partar vera sonnaðir at lata og at taka. Tað dugir ikki, at bara annar parturin fær treytir, sigur burmesiski andstøðuflokkurin NLD.
Í síðstu viku boðaði hernaðarstýrið frá, at tað var sinnað at tingast við NLD og leiðaran, Aung San Suu Kyi, men við teirri treyt, at andstøðan skuldi taka frástøðu frá mótmælisgongum og útlendskum tiltøkum ímóti hernaðarstýrinum. Men hesa treyt vil Aung San Suu Kyi ikki ganga undir.
- Vit fara ikki at leggja okkum á knæ fyri generalunum, stendur í fráboðanini frá flokki hennara.
Aung San Suu Kyi hevur sitið í húsavarðhaldi seinastu nógvu árini, og generalarnir hava boðað frá, at hon sleppur ikki leys.










