Í 1990 vann andstøðan valið í Burma, men herurin ógildaði valið og setti leiðaran hjá andstøðuni, Aung San Suu Kyi, í húsavarðhald, og har hevur hon sitið tey flestu árini síðani.
Men tað er eftir øllum at døma ikki nóg mikið. Í dag skriva bløðini, sum vanliga bara endurgeva tað, sum hernaðarstýrið sigur og heldur, at Aung San Su Kyi og aðrir andstøðuleiðarar eiga at fáa harða revsing.
-Fyri tey brotsverk, sum tey hava framt, eiga tey at verða revsa við koyrlasløgum eins og óskikkilig børn, skriva bløðini í dag. Í einari roynd at verja avgerðina hjá hernaðarstýrinum at hava Aung San Suu Kyi sitandi í húsavarðhaldi leggja bløðini hana undir at hava tikið ímóti pengum frá uppreistrarbólkum og útlendskum stjórnum.
Bløðini umrøða leiðararnar í hernaðarstýrinum sum "fólksins foreldur". Sagt verður, at stýrið hevur verið sera tolið við andstøðuni, og at Suu Kyi og onnur andstøðufólk verða hildin í varðhaldi fyri at forða fyri, at tey skulu endurtaka síni brotsverk.










