Aung San Suu Kyi leyslatin

Burmesiski andstøðuleiðarin Aung San Suu Kyi er í morgun leyslatin eftir at hava verið innistongd í heimi sínum í meira enn 15 ár seinastu 20 árini. Allar tær stóru altjóða sjónvarpsstøðirnar hava sent beinleiðis úr Burma allan fyrrapartin, nú víðagitni politikarin í Burma, Aung San Suu Kyi er vorðin leyslatin. Hon hevur sitið í húsavarðhaldi seinastu sjey árini, men hevur seinastu 20 árini sitið í varðhaldi í meira enn 15 ár.

Allur heimurin fagnaði henni, tá hon í 1990 vann valið í Burma og fekk 80% av atkvøðunum. Men valúrslitið hevði við sær, at hernaðarstýrið í landinum, sum hevur sitið síðani 1962, koyrdi hana og nógv av viðhaldsfólkum hennara í fongsul fyri seinni at seta hana í húsavarðhald.

Aung San Suu Kyi fekk friðarheiðursløn Nobels fyri nøkrum árum síðani og hevur hon verið mett sum ein av heimsins mest týðandi kvinnum og symbolið uppá stríðið fyri frælsi og demokrati og hevur verið samanborin við Nelson Mandela og hansara ótroyttiliga stríð fyri demokrati og frælsi.

Enn er ógreitt, hví herovastarnir, sum stýra Burma sum eitt dikatur, hava latið andstøðuleiðaran leysan og hvørjar um nakrar treytir eru settar henni fyri at verða leyslatin. Mett verður at hon í morgin fer at hava tíðindafund men eingin veit, hvat hon fer at siga.

Framstandandi stjórnarleiðarar kring allan heim fegnast um leyslatingina. Nú er spurningurin, hvussu hon fer at brúka sítt frælsi í víðari stríðnum móti hernaðarstýrinum.