Aung San Suu Kyi latast leys

Tann 7. november verður tjóðartingsval í Burma, og nú ljóðar, at andstøðuleiðarin Aung San Suu Kyi verður latin leys eina viku aftan á valið. Sambært fronsku tíðindastovuni sleppur hon úr varðhaldinum tann 13. november.

-Vit fáa úr at gera í november, tí vit skulu hava val, og harafturat skal Aung San Suu Kyi latast leys, sigur ein ónevndur embætismaður fyri tíðindastovuna.

Aung San Suu Kyi og flokkur hennara, NLD, vunnu valið í Burma í 1990, men herurin ógildaði úrslitið, og síðani hevur hon sitið í fongsli ella varðhaldi tað mesta av tíðini. Hon slapp ikki at stilla upp til valið í november.

Aung San Suu Kyi fekk Nobel-friðarheiðurslønina í 1991.