Soleiðis sigur Remy á Kamarinum um gittarsnillingin Casper Esmann, sum fer at spæla í Taboo í kvøld.
– Casper er ein av bestu innan sítt øki í Danmark, ein meistari á akustiskum guitara, og kom hann í finaluna 2018 um besta guitar spælara, sigur Remy á Kamarinum.
Casper Esmann hevur spælt saman við nógvum av teimun bestu, har kunnu nevnast eitt nú Sungha Jung, Tommy Emmanuel, Andy McKee, Joe Robinson & Adam Rafferty.
Casper hevur seinastu árini verið jørðina runt við sínum guitara og spælt í eitt nú í USA, Japan, Kina, Russland og megin partin av Europa – og í kvøld trínur hann á pall í Taboo í kvøld kl 21, og har er ókeypis atgongd.