Akustisk konsert við Jam obSession verður í Spaniastovu í kvøld klokkan 21. Jam obSession er ein tónleikabólkur úr Klaksvík, sum vil fremja samanhald og samspæl millum ung og eldri tónleikatalent.
Kendasti ungdómligi veteranurin í bólkinum er Karl Martin Samuelsen, sum hevur megnað at samlað fleiri ungar tónleikarar, ið brenna fyri tónleikinum. Hinir eru Noel, Birgir, Kristian, Jóhan, Mikkjal, Hans Andrias og Robert.
Jam obSession fer á sera forvitnisligan hátt at spæla góðar kendar útlendskar og heimligar tónar. Sjálvandi verða nakrir kendir jólatónar at hoyra eisini.
Ola Nordskar verður egestatónleikari. Ola Nordskar hevur framført fleiri ferðir í Føroyum, síðani hann á fyrsta sinni kom til Føroyar miðskeiðis í áttatiárunum.
Ola Nordskar hevur eitt nú týtt fleiri tekstir hjá Frændum til norskt. Hann eigur upprunatekstin til Jesus Escubar á Amnestifløguni frá 1991. Ola Nordskar gav út fløguna Endelig for seint å snu í 1999.
- Atgongumerki til konsertina fáast í Leikalund og kunna bíleggjast á 457151, verður sagt í tíðindaskrivi úr Klaksvík.










