Auken stríðist fyri lívinum

Danski javnaðarpolitikarin Svend Auken er álvarsama sjúkur av krabbameini Svend Auken skrivar í einari grein í Politiken í dag, at tað helst gongur móti endanum av lívinum hjá honum. Auken hevur krabbamein, og sambært honum sjálvum eru útlitini ikki góð.

- Fyri at koma allari spekulatión og slatri til lívs, havi eg valt at standa alment fram við mínari sjúku, sigur Svend Auken í greinini.

Hann fekk fyrstu ferð staðfest krabbamein í 2004, men tá fingu læknarnir bilbukt við sjúkuni. Í fjør vitjaði krabbameinið aftur, og hesaferð er sjúkan lívshóttandi.

- Eg havi ongantíð havt deyðan sum ferðafelaga, men nú er deyðin allastaðni, sigur Svend Auken.

65 ára gamli Svend Auken hevur í mong ár verið ein profilur í donskum politikki. Hann hevur verið ráðharri og formaður í danska Javnaðarflokkinum. Svend Auken ætlar sær at røkja sítt starv í danska fólkatinginum so leingi, sum hann orkar.