Í august kemur svar um Clinton og Blix

Um einar tveir mánaðir fær Vinnuhúsið at vita, nær Bill Clinton og Hans Blix koma hendanvegin. Vinnuhúsið hevur avtalað við World Celebrity Events, at í seinasta lagi tann 15. august fæst at vita, nær Bill Clinton og Hans Blix koma til Føroya.

Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur við Útvarpið, at teir báðir koma neyvan hendan vegin fyrr enn í oktober.

Jan Mortensen sigur, at Vinnuhúsið hevur bara endurgoldið tvey atgongumerki til fyrilestrarnar, sum skuldu vera 24. mai. Tey, sum hava atgongumerki, fáa tilboð um at fáa pengarnar aftur, men tey standa framvegis á listanum, so tey kunnu gjalda innaftur, hava tey hug at vera við, sigur hann.