Auður kom­in til Íslands

Íslendski báturin Auður er nú komin leiðina fram til Íslands.

Íslendski árabáturin Auður, sum fór úr Føroyum seinasta vikuskiftið, kom í gjárkvøldið til Høfn í Hornafirði. Ein bjargingarbátur fylgdi bátinum teir seinastu fjórðingarnar til lands.

 

Íslendingarnir umborð á Auði róðu úr Kristianssand í Noregi til Orkneyoyggjarnar og haðani til Føroya seinasta summar. Ætlanin var at halda fram til Íslands, men tað var liðið so langt út á árið, at menninir gjørdu av at bíða til í ár.

 

Íslendskir fjølmiðlar skriva, at hetta man vera fyrstu ferð, at nakar íslendingur hevðu róð av evropska meginlandinum til Íslands utttan at brúka segl ella motor.

 

Teir fýra íslendingarnir umborð á Auði eru ikki lidnir við uppgávuna enn, tí ætlan teirra hevur alla tíðina verið at halda fram úr Íslandi til Grønlands og haðani til Amerika.