Konsert verður í sjónleikarahúsinum í Havn sunnukvøldið 6. juli og mánakvøldið 7. juli kl. 21 við Audio Exhibition. Hetta er nýtt og spennandi og bland av listagreinum Audio Exhibition (ljóðframsýning) er ein framsýning við listamanninum og hansara listaverkið. Framsýningin hesi bæði kvøldini verður framførd av einum sjónleikara, einum ljósmanni, einum trombonspælara og einum slagverksspælara.
Orðini, ljósið, ljóðið og tónleikurin kunnu upplivast á heilt nýggjan hátt. Stólar verða til tey, ið helst vilja sita, og annars er møguleiki fyri at standa ella liggja á gólvinum, alt eftir hvat ein ynskir. Á hendan hátt kann áhoyrarin koma heilt nær at listamanninum, ella hann kann standa longri burtur og eygleiða.
Hesin mátin at halda klassiskar konsertir er nýhugsandi og er hann væl móttikin har Audio Exhibition áður hevur verið.
Jensina Olsen, ummælari, var til konsert við Audio Exhibition og skrivaði hon m.a. í ummæli sínum:
? Hetta er ein tiltrongdur formur á tí Føroysku tónleikasenuni.? og ? Undirritaða mælir til at sjónvarpið ella bindiklubburin verður skippað eitt kvøld, og at Audio Exhibition verður tín rás eina løtu. Ein og hvør listilig sál treingir til trummbonevox av og á.?
Konsertirnar eru partur av Summartónum 2008.
Listafólkini:
Andras Olsen, trombon.
Matias Seibæk, slagverk
Annfinnur Heinesen, sjónleikari
Turpin N. Djurhuus, ljós.
Tónleikur:
P. Nørgård,F. Rabe, A. Nordheim, Á. Másson, L. Kynde og B. Sørensen.
Yrkingar:
J. Nielsen, R. Patursson, M. Poulsen, O. Rasmussen, A. Kristiansen & T. Poulsen