Audibilur úr aluminium

Audi A2 er heimsins fyrsti hópframleiddi bilur úr aluminium. Ein bilur til beinleiðis kapping við Mercedes A-klassan.

Magnus Gunnarsson


15 prosent lættari

Bilurin er bygdur upp yvir eina aluminiumsrammu, eins og uttaru penelini eru úr aluminium. Ein triðingur av vektini á bilinum er úr aluminium, ein triðingur er úr stáli, og ein triðingur er úr øðrum kunstevnum.

Audi vil vera við, at bilurin er 15% lættari enn, um hann var gjørdur úr vanligum stáli.

Í fyrsta umfari verða tveir motorar at velja ímillum, ein 1,4 litur bensinmotorur við 75 hk, og ein 1.4 TDI dieselmotorur við trimum sylindarum og 75 hk.

Bilurin er ikki stórur, longdin er 3,83 m breiddin er 1,67 m og hæddin 1.55 m.


Langt millum eftirsýnini

Audi A2 setur nýggjan standard, hvat viðvíkur viðlíkahaldi, har bensinútgávan hevur 30.000 km millum hvørt eftirsýn, og dieselútgávan hevur 50.000 millum eftirsýnini.

Trygdin er innbygd í bilin. Ramman er úr stívum aluminium, og karrossarípláturnar eru sveisaðar fastar við laser, og øll kabinan er eitt trygdarbúr.

Innan er bilurin í vanligum Audi stíli, har alt er vælvirkandi og lætt at handfara. Bilurin er góður at koyra, og kennist ikki sum ein lítil bilur, siga tey, sum hava roynt hann.

Av trygdarútgerð er t. d. airbag, har ein trygdargardina, sum verjir høvdið við ein samanstoyt frá síðuni.

Ein spennandi bilur, sum væntandi verður á danska marknaðinum í august mánaði.

Keldur: FDM / Motor og Bilen Motor & Sport


Ongin trupulleiki um beinini eru ov stutt

Magnus Gunnarsson


Fólk við stuttum beinum hava ofta havt trupulleikar við at røkka niður til pedalirnar á fleiri stórum bilum. Nú allir bilar hava airbag í rættinum, kann tað verða hættisligt at sita ov nær rættinum, um airbag pútan verður útloyst. Frástøðan skal vera minst 25-30 cm millum rættið og bilføraran.

Ein fyritøka í USA hevur gjørt pedalir, sum kunnu stillast nærri fótinum, og koma hesar at verða standardútgerð í fleiri amerikonskum persónbilum. Hetta verður gjørt fyri at tryggja frástøðuna millum bilføraran og rættið.

Kelda: FDM / Motorstarv við føroyskt oljufelag. Vit mugu tí arbeiða fyri at varðveita eina javnvág, og eg haldi sjálvur, at vit hava megnað at byggja upp gott samstarv við myndugleikarnar. Og við at lurta eftir ráðum frá teimum kunnu vit sleppa undan ringum avleiðingum.

Fyri okkum, sum koma uttanífrá, er tað avgerandi, at vit taka ímóti ráðum frá lokala fólkinum og arbeiða út frá tí, sum er best fyri meirilutan sigur Richard Hardmann og vísir annars á, at teir eru stórir nokk til at fara undir eina skilagóða leiting.

-Vit hava brúkt nógvar pengar uppá at útvikla felt aðrastaðni, og við teimum feløgum, sum vit arbeiða saman við, meta vit okkum eisini at vera førar fyri at gera neyðugu íløgurnar í eitt og hvørt felt, sum verður funnið á djúpum vatni við Føroyar.

Richard Hardmann heldur eisini, at tað hevur týdning fyri oljuídnaðin í Bretlandi, at tað verða funnin felt á føroyskum øki. Tað fer at stimbra og menna hann. Tí er hetta er ein sera stórur møguleiki fyri Føroyar. Tað, sum vit mugu fyribyrgja, heldur hann, er ein yvirupphiting, sum fær negativa ávirkan á føroyska samfelagið.

Richard Hardmann heldur tí avgjørt, at tað er framtíð í Atlantsmótinum Men hvussu stór hon verður veit hann ikki. Tað fáa vit at vita um 2-3 ár. Teir ætla sær at bora næsta summar og hava longu tveir boripallar, sum kunnu brúkast her. Hesir eru í løtuni í Meksikanska flógvanum.


Drúgvur burður

Johan Mortensen, sum frá byrjan av varð umboðsmaður fyri Amerada Hess og tí eisini ein av fyrstu umboðsmonnunum, sum útlendskt oljufelag fekk sær í Føroyum, heldur hetta hevur verið ein sera áhugaverd og lærurík tíð. Men tað hevur verið ein drúgvur burður. Ikki minst orsakað av marknaðarósemjuni.

-Tað er at gleðast um, at vit nú standa á gáttini til eitt tíðarskeið í Føroya søgu,

sum vil viðføra tær størstu broytingar mentunarliga og stórsta fíggjarliga framburð síðani seinna heimsbardaga sigur Johan Mortensen, sum heldur, at ungfólk eiga kanska í enn størri mun at hugsa um oljurelateraðar útbúgvingar.

 -Eg eri sannførdur um, at Føroyar bæði fara at fáa væl burturúr fíggjarliga og ikki missa seg sjálvan burtur og at gerast ein altjóða aktørur í oljuheiminum, sum aðrar tjóðir fara at hava virðing fyri sigur hann og leggur aftrat, at hann eisini væntar, at føroyska mentunarlívið fer at venda sær móti alheiminum, London, New York etc og ikki bara vera  innan fyri Skandinavia.

-Eg vænti, at vit fara at duga at snúgva ávirkanina til egnan fyrimun. Men týdningarmest er tó, at oljan kann verða við at gera hvønn dagin tryggari fyri hvørt húski í Føroyum og at gera okkum til alheimsborgarar.