Audi Roadjet Concept

Á bilaframsýningini North American International Auto Show varð konseptbilurin Audi Roadjet Concept avdúkaður. Bilurin er ein kombintión av nýggjasta Audi-designinum og sera framkomnari tøkni

Audi Roadjet hevur nógv av tí tøkni, sum verður at síggja í Audi bilunum um fá ár.
Bilurin er sera framkomin í allar mátar, er faktiskt sum ein framtíðar bilur. Serliga nógv er gjørt burtur úr trygd, komforti og økonomi.
 
Motorurin er ein 3,2 litur 6 syl. FSI-motorur við 300 hk. Bilurin er 4.70 cm langur, 1,85 cm breiður og 1,55 cm høgur, t.v.s. at hann er millum Audi A4 og A6 í stødd.
 
Við Roadjet sýna Audi fyrstu ferð nýggja 7-trins direct-shift girkassan saman við einum motori sum stendur upp á longs og (4x4) quattro. Hesin girkassi líkist DSC-girkassanum, sum fæst til Audi TT og A3. Girkassin sameinir fyrimunirnar við einum manuellum girkassa við kvalitetirnar í einum nútímans automatgirkassa.   
   
Bilurin er ein stórur hatcback við 5-hurðum og rúmligur sum ein limousine. Designið er sera einfalt við tí stóra eyðkenda Audi-kølaragittarinum. Innan líkist Roadjet ikki akkurát tí, vit kenna frá Audi í dag, designið er heilt annarleiðis. Hesin stílurin verður helst nakað, vit koma at síggja meira til í framtíðini.
 
"Audi Drive Select",  við hesum systeminum ber til við einum knøtti at velja millum tríggjar ymiskar innstillingar av bilinum: Comfort, Dynamic og Sport.