Talan var um nýggja Audi Q6 e-tron, sum kemur á marknaðin seinni í ár.
Bilarnir hildu til á Bilasøluni í Hoyvík, sum umboðar Audi í Føroyum, og royndarkoyringarnar vórðu gjørdar frá Hotel Brandan í Havn.
Audi er fyrsti bilaframleiðari, sum bjóðar motorjournalistum úr øllum heiminum til Føroya at royndarkoyra ein nýggjan bil, sum enn ikki er komin á marknaðin.
Tað var fyritøkan Guide to Faroe Islands, sum skipaði fyri tiltakinum og umboðaði Audi í Føroyum í sambandi við tiltakið.
Sambært Audi koma fleiri enn 20 nýggj bilmodell fram til 2025, og fleiri enn tíggju av teimum eru elbilar.