Audi eru nú komnir við einum heilt nýggum og sportsligum A4. Bilurin er eyðkendur av kvaliteti á høgum støði, framúr góðum koyrieginleikum, framkomnari tøkni og smartum designi. A4 verður gjørdur sum sedan við fýra hurðum og sum Avant (stationcar).
Bilurin varð fyrstu ferð alment sýndur fram á Paris Motorshow í september 2004.
Gjøgnumførdi kvaliteturin merkist allastaðni. Tað er t.d. ein fragd at lata hurðar og lúkur upp og aftur. Eisini í kabinuni er alt væl gjørt og lætt at handfara.
Undirvognurin er eisini nógv broyttur við nýggjum upphangum framman og aftan. A4 hevur ein sokallaðan hightech bakaksil, sum er ein tann mest framkomni á marknaðinum. Hetta gevur bilinum framúr góðar, tryggar og sportsligar koyrieginleikar. A4 fæst eisini sum Quattro 4x4.
Á trygdarøkinum er einki spart, og so gott sum alt er standard. A4 hevur t.d fleiri elektroniskar skipanir, sum syrgja fyri, at bilurin er stabilur undir øllum koyriumstøðum, og líkamikið hvussu stór ferðin er.
Motorskráin sær nú soleiðis út, bensinmotorarnir eru hesir: 1,6 litur við 102 hk, 2.0 litur við 130 hk, 1,8 litur turbo við 163 hk, 2,0 litur FSI turbo við 200 hk, og 3,2 litur V6 FSI við 255 hk.
Dieselmotorarnir eru hesir: 1,9 litur TDI við 115 hk, 2,0 litur TDI við 140 hk, 2,5 litur TDI við 163 hk og 3,0 litur V6 við 204 hk.
Bilurin vit royndarkoyrdu er ein A4 1,8 T, sum kostar kr. 326.000,- sum standard, men við metallakk, blankum rútalistum og alu-look í kabinuni kostar hann kr. 342.000.
Myndatekstur:
1.
Nýggi Audi A4 er ein væl koyrandi bilur við dynamiskum koyrieginleikum. Tokulyktirnar í kúfangaranum eru standard
2.
Designið er sportsligt og smart. Tvey útstoyt eru standard á hesi útgávuni, A4 1,8 T
3.
Gjøgnumførdi kvaliteturin merkist í kabinuni, í hesi útgávuni við alu-look panelum
Audi A4 1,8 T
Motorurin1,8 litur 4 syl. (turbo) bensin 163 hk
0-100 km/t8,6 sek
Bensinnýtsla12,2 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd205/55-16
Stødd og vekt
Longd458,6 m
Breidd177,2 cm
Hædd142,7 cm
Eginvekt1.390 kg
Viðførisrúm460 litrar
Prísurkr. 326.000,-
SøluumboðBilasølan v. Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo