Magnus Gunnarsson
Eftir at hava verið á marknaðinum í 6 ár, er Audi A4 nú komin í eini heilt nýggjari útgávu, ið er merktur av góðum kvaliteti á sera høgum støði. Bilurin minnir nógv um Audi A6, sum hevur verið brúktur sum fyrimynd.
Hørð kapping
Kappingin í Týsklandi er vorðin so hørð millum Audi í Ingolstadt, BMW í München og Mercedes-Benz í Stuttgart, at nýggi Audi A4 er fluttur ein klassa upp, fyri at fara í beinleiðis kapping við BMW 300-røðina og Mercedes C-klassan. Bilurin er bygdur yvir ein nýggjan plattform, sum eftir ætlan skal brúkast til tann næsta Passat´in, tá hann verður skiftur út um nøkur ár. Tað at bilurin er longdur sjey sentimetrar, og at aksulfrástøðan eisini er longd, ger at meira beinpláss er við baksetrini. Viðførisrúmið er stórt og væl innrættað.
Lættur at koyra
Tann mest grundleggjandi broytingin við koyrieginleikunum er at bakaksilin og upphangið aftan eru óbundin av hvørjum øðrum (ikki fastur aksil). Tað fyrsta ein leggur til merkis er at bilurin stýrir sera neyvt og lætt, eins og koyrieginleikarnir eru fyrsta floks, og skjótt er at finna seg væl til rættis í bilinum.
At byrja við verða 5 motorar at velja ímillum: ein 2.0 litur við 130 hk, ein1.8T við 150 hk, og ein 3.0 litur V6 við 220 hk. Tveir turbodiesel motorar verða, har ein 1.9 TDI við 130 hk, og ein 2.5 TDI við 180 hk við Quattro og 6-trins gearkassa. Seinni verða fleiri aðrir motorar á skránni.
Tryggur bilur
A4 er sera væl útgjørdur og hevur nógva trygdarútgerð, sum eitt nú elektronisku stabilitetskipanina (ESP), elektronisku differentialesperruna (EDS), og antispinn (ARS) sum standard. Sum nakað nýtt hjá Audi, hevur A4 elektroniskan bremsuassistent, sum hjálpir bilføraranum við at hækka og fasthalda bremsutrystið undir eini harðari uppbremsing, og harvið stytta um bremsulongdina. Umframt dupultan airbag framman og í síðunum, hevur A4 eisini airbaggardinur sum standard.
Automatiskt klimaanlegg er eisini standard.
Audi A4 2.0
Motorurin 2.0 litur 4 syl. 131 hk
0-100 km/t 9,9 sek.
Bensinnýtsla 12,3 - 12,7 km/l
Dekkstødd 195/65-15
Stødd og vekt
Longd 454,7 cm
Breidd 176,6 cm
Hædd 142,8 cm
Eginvekt 1310 kg
Totalvekt 1860 kg
Viðførisrúm 445 litrar
Prísur
Søluumboð Bilasølan v/Øssur Johannesen
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tlf. 315354










