Audi A4 Avant

Audi nevnir sínar stationvognar Avant, og leggja teir stóran dent á designi á bilinum. Vit kunnu bert ásanna at nýggi Audi A4 Avant, ið kom á marknaðin í heyst, er ein sera snøggur bilur

 

Nýggi A4 Avant er blivin nakað størri enn forgangarin, bæði longdin og aksulfrástøðan eru vaksin. Hetta gevur betri pláss við beksetrini, og viðførisrúmið er vaksið við 52 litrum til 442 litrar. A4 fæst nú við tveimum nýggjum bensinmotorum úr aluminium, ein 4 syl. 2.0 ltr. motori við 130 hk, og ein 3.0 ltr. V6 við 220 hk. TDI skráin byrjar við einum 4 syl. 1.9 ltr. motori við 130 hk. Eisini fæst A4 Avant við tveimum 2.5 ltr. V6 TDI motorum við ávikavist 155 og 180 hk.

Kelda: Auditorium