Aubameyang skrivaði seg í søgubøkurnar

La Liga: Pierre-Emerick Aubameyang hevur nú skorað hattrik í fýra ymiskum londum

FC Barcelona vann sunnudagin ein týðandi 4-1 sigur á Valencia í stríðum, um at røkka Champions League fótbólt komandi kappingarár. 32 ára gamli Pierre-Emerick Aubameyang skoraði hattrik fyri gestirnar í Katalonia.

 

Við hesum hevur gambiski landsliðsspælarin skorað hattrik í bestu deildini í Onglandi, Fraklandi, Týsklandi og nú Spania. Hann skoraði fyrst hattrik í Fraklandi fyri Saint-Etienne, síðani fyri Borussia Dortmund í Týsklandi og Arsenal í Premier League, áðrenn hann í gjár, sum tann fysti í nýggjari tíð, hevur skorað hattrik í hasum fýra deildunum.

 

Tað varð annars ikki greitt fyrr enn eftir dystin í gjár, at Pierre-Emerick Aubameyang hevði skorað hattrik, tí triðja málið helt Pedri seg hava skorað. Hann átti skotið, men eftir dystin vísti dómarin á, at skotið rakti Pierre-Emerick Aubameyang í ryggin og broytti kós.

 

Í hesum kappingarárinum hevur verið ilt millum Pierre-Emerick Aubameyang og venjaran hjá Arsenal, Mikel Arteta. So nógv, at Pierre-Emerick Aubameyang skifti til FC Barcelona.

 

1Real Madrid25176251:2057
2Sevilla25149237:1751
3Real Betis25144747:3046
4FC Barcelona24119442:2842
5Atlético Madrid25126745:3442
6Villarreal25109642:2439
7Real Sociedad24108624:2538
8Athletic Bilbao25910629:2137
9Osasuna2588925:3032
10Celta Vigo2487928:2531
11Rayo Vallecano24941128:2931
12Valencia2579937:4230
13Espanyol25781030:3529
14Elche25781028:3429
15Getafe25681124:2826
16Mallorca24681023:3826
17Granada25591127:4024
18Cádiz253111121:3920
19Alavés25551519:4220
20Levante24281424:5014