Fótbóltur
Talan er um spæl um milliónir, tá HB í kvøld skal royna seg í fyrsta umfari í Champions League undankappingini. Higar til er B36 einasta føroyska liðið, sum hevur spælt seg víðari í kappingini, og málið hjá HB er sjálvandi at gera grannunum hetta eftir.
Men talan er tó um truplari uppgávu enn hana, sum B36 í fjør hevði á Malta. FH hevur seinnu árini verið mest sum einaráðandi í íslendskum fótbólti, og nýggi HB-venjarin, Albert Ellefsen, ivast onga løtu í, at talan er um sera sterka mótstøðu.
- Teir spæla góðan tekniskan fótbólt, og eru í so máta ikki nakað typiskt íslendskt lið. Ikki minst hava teir eitt gott álop, so tað er lítil ivi um, at vit koma undir stórt trýst í dystinum, sigur hann.
Uppskriftin hjá HB verður tí ikki óvæntað tann eyðkenda hjá føroyskum liðum. Nevnliga at standa væl í verjupartinum fyri síðani at dúva upp á kontra-álop. Men teir ætla sær tó ikki at grava seg niður kortini, sigur Albert.
- Nei. Vit fara at spæla við tveimum áleyparanum, sum skulu stuðlast av einum framrættaðum miðvallara. So hava vit trígjar verjukendar miðvallarar, meðan bakkarnir vónandi fáa rúm at koma nakað niðanvið, sigur hann.
Rógvi Jacobsen verður ikki við hjá HB í dag. Hann hevur framvegis leikbann eftir reytt kort, sum hann áður hevur fingið í europiskum høpi. Tí er lítið at ivas tí, at Andrew av Fløtum verður annar maðurin í HB-álopinum.
Dysturin byrjar klokkan 21 føroyska tíð, og hann verður sýndur á íslendsku rásini, Sýnin.